Sunnudagin 4.juni kl. 13.00 byrjaði Atlantic Airways Tórshavn Marathon, júst 20 ár síðani fyrsta marathon í Føroyum. Í besta renniveðrinum fóru líka yvir 400 rennarar avstað, eini 140 skulu heilt til Kaldbaks at venda. Onnur runnu ½ marathon, gingu ½ marathon, meðan ein partur av fjøldini skuldu renna 5 ella 10 km.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt eina røðu og kallaði okkara tiltak fyri heimsins vakrasta marathon! Tað eiga vit at taka til okkum, tí afturmeldingarnar frá rennarum úr øðrum londum vóru, at hetta var einastandandi vøkur ruta, men at hon eisini er sera hørð við øllum brekkunum.
Heðin taldi niður og so fór fjøldin avstað úr Vágsbotni. Vit hava ikki havt startin og málið í Vágsbotni fyrr, men vegna arbeiðið var tað ikki møguligt at byrja á Vaglinum, eins og undanfarin ár. Tó skal sigast, at tað riggaði stak væl at alt var á einum staðið, máløkið og støðini har rennararnir skiftu og kundu fáa sær ein bita. Tað bant alt meira saman.
Á pallinum og millum áskoðararnar vóru tveir dugnaligir vertir, Fríðrikur Bláhamar og Óluva Zachariasen og tey dugdu sera væl at halda lív í.
Oliver Granhøj úr Bragdinum vann sítt fyrsta marathon og hjá kvinnunum vann Lydia í Lambanum, Roysni, sum eisini rann marathon fyri fyrstu ferð. Bæði tvey gjørdust sostatt eisini føroyameistarar í marathon. Hjartaliga til lukku tit bæði.
Øll úrslitini eru á leinkinum niðanfyri:
https://live.ultimate.dk/desktop/front/index.php?eventid=5802&ignoreuseragent=true
Nógvar myndir eru tiknar og koma á heimasíðuna hjá Tórshavn Marathon týsdagin. Tit kunnu gleða tykkum 🙂
Vit í Bragdinum takka øllum, sum á ein og annan hátt hava hjálpt okkum. Hetta er eitt sera umfatandi tiltak, sum krevur rættiliga nógvar hendur og alt er sjálvboðið. Vit eru takksom, og uttan tykkara hjálp var hetta ikki gjørligt.
Vit gleða okkum til næsta ár – til heimsins vakrasta marathon 2024 🙂