Leygardagin gekk eisini sera væl á leikvøllinum á Nya Ullevi. Tvey føroysk met vórðu sett, umframt fleiri persónlig met, og tað eina føroyska metið áttið okkara egna Elisabet Holm Simonsen. Á heimasíðuni hjá FÍF skrivar Regin soleiðis:
Elisabet er fyrsta føroyska kvinnan sum megnar at renna 100m undir tey 13 sekundini í góðkendum vindi. Tað hevur verið spennandi at fylgja gongdini hjá spurtkvinnunum, tí hesi seinasu árini er metið flutt rættuliga ofta, og hørð kapping hevur verið um at verða skjótast á 100 og 200m. Tað eru tær báðar Alda Lamhauge og Margit Fríðmundsdóttir, sum saman við Elisabet, hava kappast um at vera sterkast á 100m, tó hevur tað oftast verið Elisabeth, sum átti munin. Tær kappaðust allar á 100m til VU Spelen í ár, og hjá Aldu bar eisini væl til, tí við tíðini 13,04 setti hon persónlig met, sum er júst tað sama, sum besta tíðin hjá Margit. Sostatt eru bert 0,05 sek millum tríggjar tær skjótastu kvinnuligu 100m rennararnar í løtuni.
Restin av greinini kann lesast niðan fyri og har síggjast eisini úrslitini frá leygardegnum:
http://fif.fo/landsli%c3%b0/vu-spelen-dagur-2-og-met-2-og-3/http://
Sunnudagin skrivaði Regin soleiðis:
Sunnudagurin er 3. og seinasti kappingardagurin í VU Spelen kappingini. Hetta er ein langur dagur um ein skal fáa alt við. Íðkararnir eru stóran part av tíðini á stadion og hyggja eftir hvørjum øðrum, men alt fáa teir ikki við. Part av tíðini eigur man eisini at hvíla og fyrireika seg til kapping. Fyrsti føroyingurin skuldi í eldin kl. 8.30 og tann seinasti starturin var kl. 20.15. Úrslitini sunnudagin:
P14 Häck 80m | Eiri Jógvansson | Glerfoss | 12,20 |
F12 Längd | Hennie Maria | Samuelsen | 3,66 |
P16 Tresteg | Miso | Buha | 12,53 |
P14 300m | Eiri Jógvansson | Glerfoss | 39,50 |
P14 300m | Jónas | Isaksen | 40,05 |
K Tresteg | Margit W. | Fríðmundsdóttir | 10,58 |
P16 200m | Miso | Buha | 24,30 |
F17 200m | Maria | Biskopstö | 26,93 |
F19 200m | Teresa | Bláhamar | 28,38 |
F19 200m | Oddvör | Josephsen | 27,59 |
F19 200m | Elisabeth H | Simonsen | 26,60 |
K 200m | Alda S. | Lamhauge | 26,96 |
K 200m | Margit W. | Fríðmundsdóttir | 26,95 |
M 200m | Tórur | Mortensen | 22,43 |
F12 200m | Hennie Maria | Samuelsen | 33,20 |
Enn eitt føroyskt met, tvs. tað fjórða til hesa kappingina, og hesaferð var tað Tórur Mortensen sum skar 48 hundrandapartar av 200m tíðini hjá sær sjálvum.
Hetta var eisini dagurin har 4 føroyskar kvinnur runnu 200m við tíðum undir 27 sek, púra óhugsandi fyri fáum árum síðani. Av teimum var Elisabet skjótast, men enn eigur Margit tó metið sum er 26,57.
Nú er ein partur av sama ferðalagið á veg til Gibraltar til OYL 2019. Spennandi verður at fylgja við heimanífrá.
Frá okkum í Bragdinum verður ynskt bestu eydnu og góða ferð.