Í fimm dagar vóru fleiri enn 50 børn millum 7 og 12 ár á Tórsbreyt og sluppu at venja frælsan ítrótt. Har var lopið, kastað, runnið og spælt, og tey vóru sera hugagóð. At fyrireika og taka sær av summarskúlanum, vóru venjararnir og tey ungu í Bragdinum.
Vit eru so heppin at hava ung, sum fegin vilja hjálpa til, tí tað er eitt sindur stuttligari hjá børnunum, eisini at hava onkran ungan at síggja upp til. Og tá tey ungu so eisini kunnu vísa børnunum, hvussu skjótt tey renna ella hvussu langt tey leypa, við at venja miðvíst, so kanska tað kveikir ein neista hjá onkrum av teimum. Ungdómurin hjá okkum vóru sera góð hjálp hjá venjararnum og tað skulu tey hava tøkk fyri.
Sjálvt um veðurgudarnir ikki vóru so øgiliga blíðir fyrsta dagin, so var tað ikki nøkur forðing. Foreldur, vit prátaðu við søgdu, at børnini komu heim hvønn dag, glað, kinnareyð og við andsperru.
Oman fyri eru nakrar myndir frá fríggjadegnum, sum var tann seinasti dagurin. Tá komu foreldur at hjálpa til, so børnini sluppu at royna seg, sum til eina veruliga kapping. Øll fingu hvør sítt heiðursbræv heim við, sum takk fyri luttøkuna.
Nú verður spennandi at vita, um onkur av teimum 50 børnunum, hava hug at íðka frælsan ítrótt.
Takk fyri hesa ferð.