Her eru úrslitini hjá vaksnu rennararnum, sum runnu við chippi :
https://app.lap.io/event/2016-flaggdagsrenning/results
Stuttleikarennararnir høvdu ikki chipp og tí eru tíðirnar ikki skrásettar, sum vit søgdu frá, við tilmeldingini.
Tíðirnar hjá børnunum koma eisini, so skjótt vit hava fingið skil á teimum 🙂 Vinnararnir vórðu funnir beinanvegin og tey fingu handaði heiðursmerkini beinanvegin. Vinnarin í hvørjum bólki fekk harafturat eina karamellueskju.
Nummar eitt, tvey og trý í hvørjum bólki fingu heiðursmerki og vinnarin fekk eisini gávukort. Sportigan í SMS hevði latið monnunum gávukort til Asics renniskógvar, Salong Madonna, Cosmeto, Matas og Make Up Store lat gávukort til kvinnurnar.
Til virkiskappingina hevði Bowlinghøllin latið gávukort til vinnaran hjá monnum og kvinnum. Gávukort til búff og bowl
Vit takka øllum luttakarunum, sum so trúliga møta til kappingina, antin at kappast ella bara at røra seg. Eisini áskoðarunum, sum so sanniliga eisini seta sín dám á.
MBM, Poul Hansen, Føroya Bjór, Tórshavnar Kommunu, Niels Juel sum altíð er klárur at taka sær av fruktini, tíðtakingarbólkinum sum brúkar nógvar tímar undan, meðan og aftaná kappingina, nummar útflýggjanardamurnar, vaktunum sum stóðu úti í kuldanum, uppsetingarmenninar, Hall Holm, sum var frásøgumaður, haruna hjá børnunum og ruddiliðið, ja tit eiga øll eina hjartans tøkk fyri at tit settu tíð av. Tá klokkan var 18.00 sást ikki, at nakað hevði verið á Kongabrúnni, so væl var frágingið.
Av tí at hetta var 30. flaggdagsrenning, høvdu vit gjørt av, at Niels Jákup Jakobsen skuldi gerast heiðurslimur í felagnum. Hetta sum ein tøkk fyri alt arbeiðið hann hevur lagt í Bragdið og tað hann hevur gjørt fyri renningina, sum heild. Niels Jákup rennur kanska ikki so nógv alment longur, men hann er altíð klárur at hjálpa til og alt hevur hann í høvdinum. Lítillátin og uttan hóvasták, fær hann alt stillisliga frá hondini. Niels Jákup fekk handað heiðursbræv, blómutyssi og gávu.
Okkara næsta tiltak er SMS Boðrenningin, sum er tann 28.mai.