Flaggdagsrenning nr. 33 í røðini var í dag og vinnarin í ár var Rógvi Kárason, sum vann fyri fyrstu ferð. Nummar 2 og 3 vóru teir garvaðu Henry Olsen og Sam Vang. Allir tríggir úr Bragdinum.
Hjá kvinnunum var sami vinnari, sum 8 tey undanfarnu árini, Rebekka Fuglø ur Treysti. Sarah Vallin, Bragdið, og Súsanna Skylv gjørdist nummar tvey og trý. Úrslitini eru her:
http://app.lap.io/event/2019-flaggdagsrenning/results
Hesir fittu dreingirnir, Eysturoy Olsen er eftirnavnið, hava luttikið í fleiri ár. Tað er teirra siður Flaggdagin, at allir dreingirnir renna, og sum tað sæst, er lagst afturat, síðani elsti drongurin rann fyrstu ferð.
Og sjálvt um freistin var farin, meldaðu pápi og tríggir synir seg til heilsurenningina, so eisini teir fingu ein rennitúr.