So verður hol sett á TF Vetrarkappingina og fyrsta kappingin er, sum hon plagar, á Toftum. Runnið verður aftur hesa ferð Runt Agnið ! Tilmeldingin er opin og er á renn.fo og har ber eisini til at gjalda við korti.

Vit í Bragdinum hava gjørt av, at til hvørja kapping uttan fyri Havnina, leiga vit buss, so tey, sum vilja sleppa frá at koyra, kunnu koma við bussinum. Meldið tykkum til inni á Facebook, ella við at ringja til ein av okkum, Herluf 211089 ella Ann 214804.

Vit vóna at síggja minst líka nógvar, ella kanska nógv fleiri Bragdarlimir, sum til kappingina í fjør :) Og sjálvandi renna vit í Bragdarklæðum.

Vit síggjast !