VK3 í stormi!
Rennarar eru eitt fólkaslag fyri seg ! Eitt harðført fólkaslag ! Og tað var so dyggiliga víst í dag, tá triðja vetrarkappingin var runnin úti á Argjum. Avlýsingarnar fuku rundan um okkum, flogferðslan darvað, Ternan avlýsti yvir um Nólsoyarfjørð, men renningin var sum hon átti. Yvir 80 gjøgnum førdu, bara eitt vet færri luttakarar, enn til…