Til eina hugnaliga løtu í Bragdahúsinum í dag, handaðu vit loksins stuðulin frá Tórshavn Marathon 2024.
Tað er soleiðis, at tá meldað verður til gongu ½ marathon, fara 100 kr av hvørjari tilmelding til feløgini, vit hava valt at stuðla og sum vit samstarva við. Har aftrat kunnu øll, sum melda til onkran tein til Tórshavn Marathon, velja at stuðla við einari upphædd.
Í dag fingu Alzheimersfelagið, Heilafelagið og Parkinsonfelagið innkomna stuðulin, sum er býttur í trý,
Vit eru sera fegin um samstarvið við feløgini, sum hjálpa okkum væl til Tórshavn Marathon og gleðast um at samstarvið í hvussu er heldur fram til Tórshavn Marathon 2025.