Start nummur skulu heintast í dag millum kl. 16.30 og 17.30
Í ár skulu tey heintast í hølunum aftan fyri Østrøm. Inngongd í Sigmundargøtu. Tá ber eisini til at melda til renningina, sum byrjar við teimum vaksnu kl 18.00. Børnini renna aftaná. Vit ætla at handa heiðursmerkini, so hvørt, soleiðis at bíðitíðin ikki gerst ov long!
So er klárt at melda til Ólavsøkurenningina, sum verður 27.juli kl. 18 niðri á Skálatrøð.
Leinki er her:
http://app.lap.io/event/2017-olavsoekurenning
Her er tíðindaskriv um Ólavsøkurenningina 2017
Eingin Ólavsøka, uttan renning, og soleiðis er eisini í ár. Startskotið til renningina verður tann 27. juli kl. 18.00 og hjá teimum flestu er tað eisini startskotið til eina góða Ólavsøku.
Karmarnir um renningina, eru niðri á Skálatrøð. Har er slætt og gott at renna og ikki minst er tað sera áskoðaravinarligt. Fólk úr øllum heraðshornum plaga at luttaka og hjá fleiri útisetum er tað ein fastur táttur, at renna við Ólavsøkurenningini. Teinurin hjá teimum vaksnu er 5 km, og kann tað viðmælast ungum, sum eldri, vandum og minni vandum, at renna við.
Børnini plaga heldur ikki at smæðast burtur og meira enn eina ferð er tað hent, at onkur nýggj stjørna stingur seg fram um hini og vinnur óvæntað. Børnini renna styttri, enn tey vaksnu. Teinarnir eru frá 430 metrum til 1,3 km. Tey vaksnu renna kl. 18 og tá øll eru komin á mál, er tað børnini, sum renna, tey yngstu fyrst. Heiðursmerkini handa vit so hvørt.
Vit í Bragdinum gleða okkum altíð til Ólavsøkurenningina og vilja vit aftur í ár bjóða tykkum øllum vælkomnum at luttaka í renningini. Vit eru sera glað um góða samstarvið við Ingibjørg Lützen, sum bjóðar okkum innum at býta startnummur út. Í ár halda vit til aftan fyri Østrøm, inngongd í Sigmundargøtu.
Tað er lættari at fyrireika, um meldað verður til í góðari tíð og er sera ómakasleyst, tí gjaldast kann við tilmelding. Freistin at melda til er 25.juli kl 17.00 og tá kostar tað 80 kr fyri vaksin og 40 kr fyri børn. Farið inn á okkara heimasíðu bragdid.fo ella á Facebook síðuna Ítróttarfelagið Bragdið, har tit finna leinki.
Eftirtilmeldingin kostar 100 kr fyri vaksin og 50 kr fyri børn og kann gerast millum kl. 16.30 og 17.30, tá start nummurini skulu heintast.
Vit síggjast 27. juli at svikstarta Ólavsøkuna á Skálatrøð.