Her er skráin til Flaggdagsrenningina:
Start nr skulu heintast í Snarskivuni frá kl. 13-15. Tilmeldingin er stongd, um ein ynskir skrásetta tíð, men stuttleikarennarar og børn, kunnu melda til og gjalda í Snarskivuni, til kl. 15.
Niðri á Kongabrúnna gongur tað soleiðis fyri seg, aftaná Flaggdagshaldið á Vaglinum.
Kl. 16.00 renna børn, sum eru fødd 2009 og seinni
Kl. 16.07 renna børn, fødd í 2007 og 2008
Kl. 16.15 byrja tey vaksnu
Kl. 16.20 (meðan tey vaksnu renna) renna børn, sum eru fødd 2005 og 2006
Kl. 16.50 handa vit heiðursmerki til børnini
Kl. 17.00 handa vit teimum vaksnu heiðursmerkini og eisini vinnararnum av firmakappingini.
Vit gleða okkum til eina góða Flaggdagsrenning.