Start nummur skulu heintast í Snarskivuni í dag, Flaggdagin, millum kl. 13 og 15.
Tilmeldingin er stongd, men vilt tú renna Stuttleikarenning, so ber til at melda til í Snarskivuni Flaggdagin millum kl. 13 og 15! Eisini kunnu børn meldað til í Snarskivuni.
Tíðindaskriv:
Vit eru komin í apríl, dagarnir gerast longri og ljósari og Flaggdagurin nærkast. Okkara elsta og nokk eisini fyrsta rennikapping, Flaggdagsrenningin, sum í ár er tann 31. í røðini, verður aftur og Bragdið skipar, sum vanligt, fyri renningini. Renningin byrjar og endar á Kongabrúnni.
Vit byrja kl. 16,00 beint aftaná flaggdagshaldið á Vaglinum. Børn og vaksin, roynd og óroynd fara at royna seg og virkir fara at kappast. Rutan er tann sama sum undanfarin ár, har vit byrja á Kongabrúnni og renna fram við Strond og nakað út um Boðanesheimið at venda. Hesin teinur skal rennast 2 ferð. Teinurin hjá vaksnum er knappar 7 km.
Yngstu børnini renna fyrst og meðan tey vaksnu renna, rennur eldri bólkurin av børnunum. Børnini byrja kl. 16 og umleið kl. 16.15 fara tey vaksnu avstað.
Minstu børnini renna frá Kongabrúnni, út til rundkoyringina við pylsuvognin og aftur á mál, uml. 500m. Størru børnini renna út til portrið í Nyhavn (Schengen) og aftur á mál, ella uml. 1000m.
Stuttleikarenningin er vælegnað til tey, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, gummur,pápabeiggjar, bindiklubbar, ja øll vaksin sum hava hug at røra seg. Eingin tíðtaking er til hendan bólkin og tey velja sjálvi, um tey ganga/renna 3,5 ella 6,9 km. Stuttleikarennarar eru ikki við í liðkappingini og fáa ikki skrásetta tíð.
Bólkarnir verða hesir:
- Gentur og dreingir fødd (2007 og seinni)
- Gentur og dreingir fødd (2005-2006)
- Gentur og dreingir fødd (2003-2004)
- Kvinnur og menn opin bólkur fødd (-2002)
- Kvinnur og menn veteranar (1961-1970)
- Kvinnur og menn superveteranar (-1960)
- Stuttleikarenning – vaksin, fødd (-2002)
Luttøkugjaldið er 40 kr. fyri børn og 100 kr. fyri vaksin, og skal gjaldast on-line. Leinki er á bragdid.fo
Tilmeldingarfreistin er leygardagin 23. apríl kl. 19.30. Ongin tilmelding á staðnum. (Undantak er til Stuttleikarenning).
Startnummur verða útflýggjað í Snarskivuni á Flaggdegnum, frá kl. 13.00 – 15.00
Heiðursmerkir verða latin til trý tey fremstu í hvørjum bólki, hjá børnum og vaksnum.
Umframt at tað er einstaklingakapping, er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping millum virkir, skúlar, stovnar o.t. nevnd firmakapping. Luttakarar í firmakappingini, skulu vera í føstum starvi fyri at telja við. Menn og kvinnur eru ikki á sama liði. Tað skulu vera 3-5 luttakarar á einum liði og 3 tær fremstu plaseringarnar telja við. Tað liðið, sum fær fægst stig, er vinnari. Í firmakappingini er eisini gott gávukort frá Bowlinghøllini til vinnandi liðið. Bara vaksin eru við í liðkappingini, ikki børn og Stuttleikarennarar.
Tað er sera umráðandi, at skriva liðnavnið eins, fyri luttakarar á sama liði, tá meldað verður til.
Verið vælkomin við!