DMU vikuskifti er av og tey í ferðalagnum úr Bragdinum eru komin heim aftur í øllum góðum. Kappast var í Ålborg. Veðrið vísti seg ikki frá tí bestu donsku síðu. Lýtt, men leygardagin var rættiligt áarføri og tað órógvaði sjálvsagt kappingarnar eitt sindur. Skovdalen atletikbane liggur væl innigyrdur av trøum, so tann vindurin sum var, kom slett ikki oman á breytina. So gott sum allar kappingarnar blivu góðkendar fyri vind.
Hesar ferðirnar hava fleiri av teimum verið við til fyrr, men hjá Tummasi Sjóvará var hetta fyrstu ferð hann kappaðist uttanlanda. Hann er ein ungur og evnaríkur rennari, sum fyri ikki so langari tíð síðani møtti til venjing fyrstu ferð. Hann tímir sera væl at venja og klárar seg sera væl. Hann hevur eisini úrslit, sum liggja tætt upp at Oyggjaleikakrøvum, í teimum greinunum, hann hevur roynt seg í. Spennandi verður at fylgja Tummasi.
Ein annar ungur íðkari við fleiri royndum, var Andreas B. Antoft. Hann hevði nøkur góð lop, men hevur onkuntíð lopið betri enn hetta vikuskiftið. Til 200 m renningina, var hann nakað skjótur úr startblokkinum og slapp tí ikki at renna við. Eisini rann Andreas 100 m, ikki heilt upp til sítt besta, men megnaði kortini at koma á mál við tíðini 11.66, sum er ein sera góð tíð.
Bára J. Glerfoss var eisini við og hon rann fyri fyrstu ferð ein góðan 100 m undir Oyggjaleikakravið, sum er 13.30. Bára rann 13.28 og sjálvt um hon kom undir kravið, gevur tað ikki beinleiðis atgongd til OYL, tí tvær aðrar hava runnið skjótari enn Bára og einans tvær sleppa við.
Á trýstøkk kláraði hon seg eisini væl. Fekk tó bert noterað eitt lop uppá 10.06m, ið er nakað frá hennara besta. Fekk tvey sera góð teknisk lop, ið eisini vóru long, men tíverri var tað yvirtraðk og verða tey ikki góðkend. Í longdarlopi vísir hon eisini góðan lopteknikk og styrki. Kláraði tó ikki at loypa út á sítt besta. Men 10.06m var nokk ti at vinna bronsu í trýstøkk.
Bjørg Jensen luttók eisini í kapping. Hon var við í longdarlopi hjá g 17. Bjørg hevur góðan teknikk og góða rútmu og hon leyp 9.17m, sum er nakað frá hennara besta lopið. Men hon er ung og venur nógv, so hana fara vit at síggja nógv til í framtíðini.
Teresa F. Bláhamar var við í hæddarlopi. Hon kláraði 1.55 og júst hendan dagin var 1.58 akkurát ov høgt. Hægsta lopið hjá Teresu er 1.61m og við miðvísari venjing, fer hon at klára har upp aftur. Teresa fekk silvurheiðursmerki fyri hennara avrik.
Elisabet Holm Simonsen stríðis við pínu í baklærinum og í fótinum. Tað ger, at hon ikki fær givið seg 100 %, Hon rann ein góðan 100m á 13.22 sum er nakað frá hennara bestu tíð. Orsakað av skaðanum mátti hon melda frá longdarlopinum og 200 m, sum hon eftir ætlan eisini skuldi luttaka í. Hon hevur ein góðan fysioterapeut heima, sum kann hjálpa henni við skaðanum. So hon kemur sterkt aftur.
Hetta, at tey hava møguleika at kappast á elitustøðu, gevur teimum rættiliga nógv. Fleiri hava verið við fyrr og duga væl at verða til kappingar uttanlanda. Tey kennast sera væl og eru góð fyri hvønn annan. Sum ferðaleiðarin segði, so er hetta ein praktfullur pakki av ungdómi, sum dugir sera væl at hugna sær saman, sjálvt um alt fokus er til kappingarnar.
Hjartaliga til lukku við heiðursmerkjunum og við úrslitunum hjá tykkum øllum. Vit fylgja spent við, hvussu tað fer at gangast tykkum.
Nú er pausa í nakrar vikur, áðrenn tey fara at herja á aftur.
Her eru úrslitini. Vel Bragdið og “alle” har greinarnar kunnu veljast, so koma øll úrslitini:
Tey ungu í Bragdinum hava ein profil á Instagram og á Facebook og har ber eisini til at fylgja teimum. Leitað eftir Bragdið – ung