Hetta vikuskiftið er eitt ferðalag úr Bragdinum farið til Íslands at kappast. Talan er um kappingina, Stórmót, sum ganga fyri seg í Laugardalshøllini í Reykjavík.
Úr Bragdinum eru 28 íðkarar og venjarar og harafturat eru foreldur og systkin eisini við á ferðini.
Vit ynskja tykkum góða eydnu og gleða okkum at frætta frá ferðalagnum.