Hetta vikuskiftið er DMU í Hvidovre og Bragdið hevur tríggjar ungar íðkarar við. Arina Ludvig, Jónas G. Isaksen og Eiri J. Glerfoss.
Ikki kann sigast annað, at dagurin hevur gingið væl. Ella sum venjarin úttalar seg, so hevur tað verið ein fantastiskur dagur í Hvidovre!
Tey trý luttóku í 4 greinum og øll settu persónlig met (PM) og tóku harumframt 3 bólkamet (BM)
Arina Ludvig, ið er lutfalsliga nýggj í frælsum ítrótti, bøtti um PM á 300m við heili 3,5 sek og kom á mál við tíðini 46,05 sek og einum samlaðum 7. plássi.
Jónas Gunnleivsson Isaksen vann silvur á 300 m við tíðini 37,12 sek og tók meira enn 1 sek av persónliga metinum og nærum 1 heilt sekund av bólkametinum á 38,03 sek. Ja, faktiskt bólkamet hja D15, 16, 17, 18 og D19!
Eiri Jógvansson Glerfoss vann silvur á 100 m hekk og rann innleiðandi 13,61 sek, sum bert er 9/100 sek frá donskum ungdómsmeti og er hetta eisini føroyskt bólkamet fyri dreingir 15!
Eiri leyp eisini longdarop og kom fyri fyrstu ferð væl út um 6 m – nevniliga 6,14 m í síðstu roynd, sum eisini er bólkamet. Hann stóð tí til at vinna gull til DMU. Tað helt bert í 2 min tá kappingarneytin Mathias Højen í síni síðstu roynd hepnaðist at leypa 6,18 m og harvið tók gullið. Eiri ognaði sær sostatt silvur.
Sunnudagin skulu tey eisini kappast. Arina í trístøkk, Eiri á 200m og Jónas 800m.