Aðalfundur felagsins var í gjárkvøldið, 16.02.16. Fundurin var hildin í ÍSF húsinum.
Hilmar Høgenni var fundarstjóri, og tað uppgávuna kláraði hann sera væl, aftur í ár. Herluf, sum hevur sitið í nevndini í 3 ár, hevur valt at brúka orkuna til annað í felagnum og stillaði tí ikki upp aftur. Í hansara var Bjørg Nielsen vald. Ann stóð eisini fyri valið, men hon valdi at taka eitt skeið afturat. Steingrímur Hallson var afturvaldur sum tiltakslimur.
Aftaná formansfrágreiðingina var roknskapurin lagdur fram, og gott og lívligt kjak var um alt frá elitu stuðli, til kappingar og myndatøku.
Og sjálvandi var lagkøka at fáa afturvið drekkamunninum, sum tað hevur verið nógv tey seinastu árini.
Fundurin var lokin um hálvgum tíggju tíðina.