Fyrsta rennikappingin í 2021 var í Vágunum í dag, 16.januar. Tað var fjórða umfar av Betri VK4.
Úrslitini eru á leinkinum niðanfyri:
Av 53 luttakarum vóru 24 úr Bragdinum. Sera tætt var millum nr 1 og 2 hjá monnunum, og har dróg Bjarki Johannesen longra stráðið. Hjá kvinnunum var eingin ivi. Har vann Rebekka við eitt sindur meira enn einum minutti framman fyri Sarah.
Fleiri Bragdalimir fingu heiðursmerki í flest øllum bólkunum og her eru myndir, Ann-Mari tók við fartelefonini:
Sarah nr 2 í opna bólkinum Jóhanna nr 3 í superveteranum Peter og Rógvi nr 2 og 3, opin bólkur
Beinta og Ann-Mari 2 og 3, veteranbólkur og Henry og Andrass 2 og 3 hjá superveteranum. Og Hallur, Súni og Niels, veteranbólkurin.
Fimta umfar í Betri Vetrarkappingini verður í Hoydølum 6.februar. Tá er lendisrenning á skránni, sum samstundis er FM.