Bragdið fer úr Havn eina løtu, tí leygardagin 7. december kl. 11.00 fara vit til Kollafjarðar at renna. Hetta er triðja kappingin í Betri VK 3 og vit eiga tørn at skipa fyri.
Øll eru vælkomin við, tí umframt teinin á 10 km fyri vaksin og 3 km fyri børnini, sum telja við í Betri VK3, bjóða vit eisini heilsurenning á 5 km, har øll kunnu renna við.
Øll byrja frá Kollafjarðar Skúla og renna sama veg, eftir bygdavegnum. 10 km teinurin er út á Sperm og aftur, teinurin á 3 km hjá teimum ungu er yvir til landsvegin at venda og aftur. Heilsurenningin er sama veg, men vent verður við vegin, sum fer út á Oyrareingir og runnið verður so aftur til skúlan.
Steðgið á eina løtu og komið við leygardagin 7.december. Gloymið jólastákanina og jólagávur, og stressið av eina løtu.
Aftaná renningina bjóða vit ein heitan drekkamunn við onkrum góðum afturvið í Skótahúsinum til øll tey luttakandi, bæði í VK 3 og heilsurenningini og har verða heiðursmerkini eisini handað til nr 1, 2 og 3 í vetrarkappingini. Eingi heiðursmerki verða til heilsurennararnar.
Sera lætt at melda til ! Farið inn á renn.fo, undir tilmelding og veljið VK 3. Tað loysir seg at melda til áðrenn 6.desember kl. 18, tí tá kostar tað bert 50 kr fyri vaksin og 30 kr fyri børn. Um meldað verður til í Skótahúsinum leygardagin millum 10 og 10.30, kostar tað 100 kr fyri vaksin og 50 kr fyri børn.
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll.
Tilmeldingin til VK3 er her: https://bragdid.atgongumerki.fo/webshop/event/1072637/order/info
Og til heilsurenningina er her: https://bragdid.atgongumerki.fo/webshop/event/1073644/order/info