Rógvi Róin, sum fylgir væl við okkara íðkarum í Reykjavík, hevur hesa frásøgnina frá næsta degnum:
KAPPINGARFRÁSØGN – sunnudagin kl. 11.00
60m forðarenning, dreingir 13:
Eiri legði út á 60m forðarenning og lat hann ongan iva vera um, at hann var tann skjótasti á teininum. Hann rann teir 60 metrarnar upp á 10,80 sekund, sum eisini er persónlig met. Nummar 2 kom á mál í tíðini 11,43.
200m, dreingir 13 ár:
Á 200 metrunum átti vit báðar favorittarnar, Eira og Jónas. Bestu tíðirnar hjá teimum báðum eru ávíkavist 27,73 og 28,23. Eiri og Jónas vóru í sama riðli, tí seinasta, og kappingini teirra millum var sera jøvn. Hesaferð var Jónas fyrstu á mál, 6/100 frammanfyri Eira. Vinnaratíðin hjá Jónasi var 28,75 og Eiri kom á mál við tíðini 28,81.
TIL LUKKU tit báðir 🙂
KAPPINGARFRÁSØGN – sunnudagin kl. 15.30
Trístøkk, dreingir 15 ár:
Tað gekk ikki akkurát sum Miso hevði ætlað sær, tí hann traðkaði yvir í øllum seks royndunum.
Trístøkk, dreingir 16-17 ár:
Tað gekk væl hjá Williami í kappingini. Besta lopið hjá honum var 11,11, sum er persónligt met. Gamla metið hjá honum var 10,74. Hann gjørdist nummar 5.
Hæddarlop, gentur 16-17 ár:
154 cm gjørdist heldur høgt fyri Teresu hesaferð. Tað byrjaði annars væl og kláraði hon lættliga upp um 149 cm. Tað manglaði ikki nógv í triðja lopinum hjá henni á koma upp um 1,54, men vinstra bein tók í. Teir 1,49 cm rukku til eitt deilt 4-5 pláss. PM hjá Teresu er 1,55.
Longdarlop, dreingir 13 ár:
Aftur hesaferð var sera tætt millum Eira og Jónas, og aftur hesaferð dróg Jónas longra stráðið. Í triðja og seinasta lopinum rakk Jónas út á 4,39; 1 sentimetur longri enn Eiri hevði lopið í 1. og 2. lopum sínum. Jónas endaði nummar tvey og Eiri nummar trý. Lopið hjá Jónas var eisini persónlig met. Gamla metið var 4,28.
200m, dreingir 14 ár:
Jógvan rann teir 200 metrarnar upp á 28,93 og rakk tað til eitt 8. pláss í sterku kappingini.
60m forðarenning, dreingir 16-17 ár:
Tað var ein riðil á 60 metur forðarenning og tí var kappingin, sum Andreas fekk ógvuliga hørð. Andreas rann teir 60 metrarnar upp á 9,57 (PM: 9,50) og rakk tað til eitt sjeyndapláss.
Trístøkk, gentur 15 ár:
Bjørg var einasta av okkara 15 ára gomlu gentunum, sum kappaðist í trístøkk. Hóast lítla og onga venjing í greinini gekk væl hjá Bjørg. Longsta lopið hjá henni var 8,52 (PM: 8,54). Hon gjørdist nummar 6.
Trístøkk, gentur 16-17 ár:
Andrea Kirstina var væl nøgd við síni avrik í dag. Longsta lopið hjá henni var 10,06. Hetta rakk til eitt 5. Pláss. Persónliga metið hjá Andreu Kirstinu er 10,23.
KAPPINGARFRÁSØGN – sunnudagin kl. 17.30
Tað var longri millum kappingarnar í dag samanborið við í gjár. Vit høvdu bara fýra startir eftir síðani síðstu dagføring kl. 15.30. Karin á 800m, Hans Erland á 400m og Urd og Unna Ró á 400m.
800m, kvinnur:
Tvær føroyskar kvinnur – Karin frá okkum og Rebekka Fuglø úr Treystinum – og tvær íslendskar vóru í kapping um at verða skjótast á 800 metra teininum. Rebekka var fyrst um málstrikuna, meðan Karin varð yvirhálað stutt áðrenn málstrikuna. Sostatt vann Karin bronsu. Hon rann 800 metrarnar upp á 2:29,88 (PM: 2:27,98)
400m, dreingir 15 ár:
Hans Erland var okkura umboð á 400 metra teininum og ikki kann sigast annað enn, at hann hevði tempo, sum ongantíð áður á hesum teininum. Hann slóg 2,5 sekund av gamla metinum hjá sær, sum var 61,26, og kom á mál í tíðini 58,91 og tryggjaði sær eitt annað pláss, langt frammanfyri kappingarneytarnar hjá sær á 800 metrinum í gjár.
400m, gentur 16-17 ár:
Unna Ró og Urd vórðu seinastu íðkararnir hjá okkum í Sótrmót á hesum sinni. Tær báðar runnu í fyrra riðlinum og runnu tær teinin uppá ávíkavist 67,81 (PM: 64,33) og 71,33 (PM: 67,51) og gjørdust tær nummar 5 og 6 samlað.
Rógvi hevur lagt frásøgnirnar á Facebook bólkin, so foreldur, sum ikki eru við í Íslandi hava fingið fylgt við. Eisini hevur Fríðrikur Bláhamar verið óførur at leggja film út av næstan øllum startunum, so vit, sum hava áhugað í hesum, hava havt úr at gjørt 😉 Gott at frætta, hvussu gongur.
Ferðalagið kemur aftur til Føroya við Atlantic Airways í morgin.
Myndir, sum eisini hava ligið á Facebook, eru her: