Fyrsta umfar av vetrarkappingini var avgreitt í dag og sum vanligt var fyrsta kappingin runnin runt Agnið. Veðrið var av tí fagrasta hendan heystardagin og okkara bláu gjørdu um seg, sum myndirnar niðan fyri vísa. Fyrstur á mál var Andrias Hansen og hjá kvinnunum var Súsanna Skylv fyrst um málstrikuna, við Beintu Hoydal Joensen í hølunum. Okkara ungi evnaríki Hans Erland Thomsen, sum so trúfastur møtir til allar kappingarnar, vann 5 km teinin við tíðini 18:33. Hjartaliga til lukku tit øll 🙂
Hilmar Høgenni hevur tikið hesar myndirnar av trimum teimum bestu í hvørjum bólki. Úrslitini verða løgd út seinni.