Frælsur ítróttur hevur aftur hetta vikuskiftið gjørt bart, tí í kapping í Danmark, har DM var fyri lið, setti ungi og evnaríki Andreas Antoft Bjarnastein føroyskt met í 110 m rimarenning. Tíðin var 16.44.
Hann gjørdist eisini nummar 4 í trístøkk, har hann leyp 13,61 m og setti harvið bólkamet í aldursbólkinum dr. 17 ár í Danmark. Kappingin var fyri lið og avrikini hjá Andreasi setti 6 stig afturat hinum og sostatt gjørdist liðið nr 3 og fekk bronsu.
Andreas er ein av okkara ungu, sum leggur nógva orku í at venja. Hann og hini ungu, venja í øllum veðrið, hugagóð og røsk, og vit, sum kenna Tórsbreyt vita, at mangan er baldrut á breytini. Men tey og venjarar teirra leggja nógv fyri, og tað kemur næstan ikki fyri at venjingin er avlýst.
Andreas hevur verið eitt ár á ítróttarskúla í Vejle, men er nú heima aftur, og umframt at venja sjálvur, er hann hjálparvenjari hjá teimum yngru í Bragdinum. Og tað eru vit sera fegin um.
Hjartaliga til lukku við avrikinum Andreas 🙂