Góðu limir
Í ár eru 70 ár liðin, síðani Bragdið varð stovnað, og tí skipa vit fyri einari rimmar veitslu. Allir limir felagsins, eldri enn 18 ár, eru vælkomnir við og tað eru makarnir sjálvandi eisini.
Leygarkvøldið 11.november kl. 19.00 verður veitslan í hølunum hjá Starvsmannafelagnum. Vit bjóða tríggjar rættir, undirhald og dans aftaná borðhaldið við LM Band. So hetta er kvøldið, tá veitsluklæðini skulu finnast fram og renningin verður sett á stand by eina løtu.
Vit gleða okkum til veitsluna saman við tykkum. Tilmeldingin fer fram soleiðis, at tit gjalda 250 kr á konto í Eik: 9181-1271778. Viðmerkið endiliga navn, eisini hjá makanum.
Vit síggjast í veitsluhýri 11.november 🙂