Kvinnurenningin 2023

Kvinna og Bragdið skipa fyri Kvinnurenningini og leygardagin kl. 14.50 byrjar tiltakið á Tórsbreyt. Vit byrja við at hita upp og síðani fara áleið 1000 kvinnur antin rennandi 5 km ella gangandi einar 4 km, oman í Vágsbotn. Í hesum sambandi eru vegir stongdir eina løtu, so vónandi bera bilførarar yvir við okkum. Sí her:…