So var sunnudagurin, sum var tann seinni dagurin í Tårnby Games, liðugur. Veðrið var, um ikki líka gott sum leygardagin, so enn betri og heitari. Og sjálvt um hetta eru heitari umstøður, sum vit ikki eru von við í Føroyum, hoyrdist einki grenj um nakað. Íðkararnir syrgdu fyri at sita í skugganum tær løturnar, tey høvdu frí.
Her eitur einki, at tað ikki skal íðkast í kirkjutíð og kl. 10.00 byrjaðu leikirnir og tá skuldu tey yngstu børnini í gongd. Okkara yngstu børn eru Glóa á Lofti, Heiða Jacobsen, Daniel Thomsen og Óðin J. Glerfoss. Onkur av teimum vóru so spent, at lítil og eingin matarlystur var til morgunmatarborðið – tað var at sleppa avstað, sum skjótast. Og høvdu tey havt nakran avgerðarrætt, so vóru tey við í øllum greinunum, sum til bar.
Aftur í dag vóru nógv góð úrslit. Onkrar av tannáringagentunum eru við fyri fyrstu ferð og úrslitini hava verið sera góð. Fleiri pr eru sett, m.a. Urd, Teresa, Unna Ró og Elisabeth á 200 m og harumframt vann Elisabeth silvur í 200 m. Har vóru so mikið nógvar tilmeldingar, at fleiri heat skuldu til. Eisini Sára Iversen setti pr í spjótkasti og Bjørg Jensen í kúlu. Rógvi Kárason, sum ikki byrjaði at venja renning fyrr enn í november í fjør, rann eina flotta tíð á 3000 m. Hann rann teinin beint undir 9.59 og hetta var fyrstu ferð hann kappaðist á breyt og í píkaskóm, so við meiri venjing, verður tað spennandi at fylgja Rógva. Hann var í ár tann elsti mannligi íðkarin, sum var við á ferðini. Tær elstu genturnar, sum heldur kunnu kallast kvinnur, kappaðust eisini. Hildur og Margit runnu 200 m og Margit og Sára lupu longdarlop. Í aldursbólkinum, kvinnur 18-19 ár, vóru einans Hildur og ein onnur, sum runnu og har fekk Hildur annaðplássi. Tað sigur okkum so mikið, at tað neyvan bara er í Føroyum, at tað er ringt at fáa ungar kvinnur at kappast. So hvørt sum tær gerast eldri, minkar luttøkan, og tað hava vit sæð í fleiri greinum her í Tårnby. Tí gleðast vit eyka nógv um, at okkara ungu Bragdarkvinnur koyra á 🙂
Kvívíkingurin Jónas gjørdi aftur ein vørr í dag. Sum Jógvan Arge plagdi at útvarpa kappróðurin fyrr, so rann Jónas í “ensom majestæt” á mál í 800 m og vann gull. Hann vant burturúr mótstøðudreingjunum og snøkt sagt hølvaði teir av.
Nógv onnur góð úrslit vóru í dag og leinki til úrslitini eru niðanfyri :
http://d.mars-net.dk/liveboard/Events?meetId=65eb167e-06ec-47c2-b5dc-ef08e9b4c6b5
Dagurin kann tykjast langur, tá byrja verður tíðliga á morgni og alt ikki eru liðugt fyrr enn kvøldið nærkast, men her hava øll hugna sær. Foreldrini hava verið áskoðarar og hjálpt til á síðulinjuni, og venjararnir hava tikið sær av íðkararnum. Tey hava fingið at vita, nær upphitingin skal byrja og nær tey skulu verða klár og tey hava gjørt akkurát, sum sagt hevur verið við tey. Ein heilt ótrúligur ungdómur vit eiga, fyrimyndarlig og fitt. Tey stuðla hvørjum øðrum, bæði tað tað gongur væl og minni væl og gongur illa hjá onkrum, so eru tey beinanvegin um hvønn annan og hjálpa og troysta.
Hetta at kappast uttanlanda og ímóti øðrum enn tey plaga, er nakað, tey læra nógv av. Ikki bara íðkararnir, men eisini venjararnir. Íðkararnir kappast ímóti øðrum, sum koma úr stórum feløgum og sum hava fyrrverandi OL luttakarar, sum venjarar. Tey síggja hvussu tey seta seg upp til kappingarnar og læra av teimum. Tey kappast móti øðrum, sum tey ikki kenna og so er bara at geva alt tey eiga. Og tað gera tey ! Og sjálvt um tey øll í dag vóru eym í vøddunum og móð frá gjárdegnum, so settu tey seg upp til kappingina í dag, uttan at grenja. Og tað eru vit stolt av, tí í nógvum greinum vóru frámeldingar frá øðrum feløgum, allarhelst av somu orsøkum.
Í gjár var Niklas Kruse, sum er á ítrottareftirskúla í Vejle, og vitjaði, og í dag kom Rúni Seloy við familju ein túr framvið. Rúni eigur nógv spor á breytini í Tårnby og Niklas hevur eisini verið við okkurt árið. Eisini hava familjulimir hjá øðrum verið og vitja og hugt.
Í kvøld er allur herurin farin í býin, at hertaka Jensens Bøfhus ! Og munnu tey ikki øll bíleggja sær sodavatn afturvið og dessert omaná, nú alt er liðugt og aftur ber til at eta søtt ? 😉
Í morgin gongur leiðin, júst sum vanligt, í Tivoli. Pápar og børn og kanska onkur mamma. Ella mammurnar heldur fara ein túr í býin at keypa okkurt at fylla í tómu kuffertini ? Vit hava allan dagin, tí flogfarið fer ikki avstað fyrr enn um 18 tíðina.
Nú eru leikirnir lidnir og so kann slappast av. Men ikki alt ov leingi, tí um 14 dagar er fyrsta stórkappingin á Tórsbreyt, og tá skulu øll aftur dystast, hesa ferð við feløgini í Føroyum.