Juliann vann flaggdagsrenningina

25 Apr 26

Í allarfagrasta várveðri, runnu vit flaggdagsrenninga fyri 39.ferð. Hesa ferð fluttu vit renningina til kl. 12.00, men startur og mál var á sama staði, sum undanfarin ár. Flaggdagsrenningin hevur øll árini verið aftaná flaggdagshaldið á Vaglinum, men ofta órógva vit ferðina hjá Smyrli og eisini Norrønu, so nú vildu vit royna at renna fyrr. Vit halda sjálvi at tað riggaði væl, men vit fara sjálvandi at eftirmeta tiltakið.

Aftur til renningina, har børnini byrjaðu renniveitsluna. U9 og U11 runnu fyrst, síðani runnu tey vaksnu og tá tey vóru farin, runnu U13. Nógv røsk børn, gentir og dreingir, sum ár aftaná ár møta og eisini nógv, sum runnu fyri fyrstu ferð.

Undirtøkan hjá teimum vaksnu var heldur slakari, enn hon plagar, men tey, sum runnu við, fingu ein fínan túr. Og sum væntað, kom Julian Gregersen úr Treysti fyrst á mál og tað var eingin ivi um sigurin. Næsti maður var Oliver Granhøj úr Bragdinum, eisini eitt trygt annaðpláss, meðan kappingin um triðja plássið var sera spennandi. Har kappaðust Ísak Kolden úr Tindum og Mattias úr Lambanum við einum ordiligum endaspurti, har Ísak var tann fremri.

Hjá kvinnunum vann Hallbjørg Danielsen úr Roysni trygt og minni enn ein minutt aftaná kom Beinta J. Danielsen, Bragdið, næst á mál. Triðja kvinnan var Súsanna Katrina G. Mørkøre.

Flaggdagsrenningin er í samstarvi við Sclerosufelagið, sum hugnar um og hevur ein bás á økinum. Saman við teimum hava vit heilsurenningina, har vit viðmæla øllum at koma við at røra seg, antin at renna ella ganga. Undirtøkan var heldur ikki líka góð hesa ferð, men vit koyra á aftur í 2027! Tó vitjaðu nógv básin og fingu sær ein drekkamunn við góðari køku afturvið. Túsund takk fyri samstarvið

🙂

Býarbókasavnið lat dyrnar upp fyri okkum, so vit kundu lata startnummur út har. Takk fyri, Vónbjørt Vang

🙂

Og hjartans tøkk tit øll, sum hava hjálpt til og gjørt tað møguligt at havt tiltakið, frá byrjan til endan.

Eisini takka vit fyritøkunum, sum hava stuðlað okkum.

Um tveytíðina var Kongabrúgvin ruddað og flaggdagsrenningin var liðug. Takk fyri í dag

🙂

Øll úrslitini eru her: https://my.raceresult.com/392599/results

Og myndir eru á okkara Facebooksíðu her:https://www.facebook.com/bragdid/photos_albums

Her eru vinnararnir hjá børnunum: