Triði og seinasti kappingardagurin í Gøteborg. Vit lata FÍF orðið:
“Í skifttandi veðri, hava vit havt seinastu kappinarnar á VU spelen í dag.
Av úrslitum mugu vit nevna Jónas G. Isaksen, sum í dag rann 200m. Í góðkendum vindi, rann hann teinin uppá 21,06 sek 



Hetta er nýtt føroyskt met, gull, VU-kappingarmet og kvalifikatión til bæði U20 og U23 EM. Og hendan einastandandi tíðin, plaserar Jónas sum nr. 5 fyri U19 menn í europa
Hjartaliga til lukku Jónas 🙂

Annars hava hesi verið og kappast í dag:
– Hennie Maria Samuelseen, trístøkk, 9,72m
– Sofía Højgaard, 300m, 47,99sek
– Bára J Glerfoss, trístøkk, 10,72m, besta í ár
– Jónas G Isaksen, 200m, 21,06 sek, FM, CR
– Margit W Fríðmundsdóttiir, 200m, 25,85 sek
– Guðrið Marlena Høgenni, 30,41 sek, pm
– Sigga Smæra Næs, 200m, 29,37 sek, pm
Samanumtikið, hava vit havt ein góðan túr í Gøteborg, har vit hava kappast á stadion í Slottskogsvallen, har vit ikki hava verið fyrr.
Fleiri av íðkarunum hava verið til VU-spelen fyrr og 4 teirra eru við fyri fyrstu ferð.”
Hetta hevur FÍF lagt út á sosialu miðlarnar, so vit her heima hava havt møguleika at fylgt við. Og tað hevur verið sera spennandi at fylgt við úrslitunum. Øll venjingin, sum tey leggja so nógva orku í, saman við venjararnum Jógvani og Debes, og so at koma til hesi góðu úrslitini, tað er mennandi fyri tey og frælsa ítróttin. Hjartaliga til lukku tit øll og góða ferð heim at pakka út og pakka umaftur, tí um nakrar dagar gongur leiðin hjá fleiri til Oyggjaleikirnar.
Vit gleða okkum 🙂