Kom og ven til Atlantic Airways Tórshavn Marathon, Føroya einasta marathon!
Nú hugsar tú kanska, at hetta er ikki nakað fyri meg – marathon! Men jú, vit fara at leggja venjingina soleiðis til rættis, at øll kunnu venja við, bæði til hálvt og heilt marathon. Vit ætla at býta okkum í bólkar, alt eftir hvørjum støðið vit eru í. Øll skulu kenna seg væl og koma í form, soleiðis at tað ber til at renna tann teinin, ein kundi hugsa sær, tá Atlantic Airways Tórshavn Marathon verður sett í gongd, 2.juni kl. 13.00
Vit bjóða venjing tríggjar ferðir um vikuna fyri fyrst: týs- og mikudagar kl. 17.00 og leygarmorgnar kl. 8.30 og vit byrja altíð á Tórsbreyt. Ikki er neyðugt at melda seg sum lim í Bragdinum, so tað er bara at møta.
Seinni í vár fara vit at skipa fyri gonguvenjing, saman við Krabbameinsfelagnum.
Fyrsti venjingardagurin er mikudagin 16.januar kl. 17.00. Einasta treyt er at verða í góðum renniskóm og løttum venjingarklæðum, sum hóska til veðrið.