Steðgið á eina løtu og komið við leygardagin 9.december. Gloymið jólastákanina og jólagávur, og stressið av eina løtu, tí vit skipa fyri okkara fyrstu vetrarkapping í vetur, Betri VK3. Og aftur hesa ferð renna vit í Kollafirði.
Øll eru vælkomin við, tí umframt teinin á 10 km fyri vaksin og 1 km fyri børnini, sum telja við í Raska VK3, bjóða vit eisini heilsurenning á 5 km, har øll kunnu renna ella ganga við. Tit, sum vilja verða við til heilsurenningina, kunnu melda til á staðnum. Kostnaðurin er 60 kr fyri vaksin og 30 kr fyri børn. Heilsurennarar verða ikki skrásettir. Vit hava valt at børnini renna 1 km og vóna at undirtøkan verður góð. Øll børn kunnu renna við, tó telja tey yngru børnini ikki við í vetrarkappingini. Heiðursmerki verða latin til trý tey fyrstu, sum koma á mál.
Byrja verður kl. 11.00 frá Kollafjarðar Skúla og øll renna sama veg, eftir bygdavegnum í Líðini, oman á kajuna og niðan á vegin aftur við Atlanticpane. 10 km teinurin er út á Sperm á Signabø og aftur. Børnini renna inn Á Rætt, 500 m, venda, og renna aftur á mál. Tey, sum eru við í heilsurenningini, renna ella ganga inn til Atlanticpane og venda aftur til startin.
Tað verður kappast í hesum bólkum:
-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2007)
-Kvinnur / Menn Veteranar (f. 1969-1978)
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1959-1968)
-Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1958 ella fyrr)
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2003-2007)
-Gentur / Dreingir (f. 2008-2012)
-Gentur / Dreingir (f. 2009-2020) – (telja ikki við í samlaðu vetrarkappingini).
Vit bjóða ein drekkamunn í skúlanum aftaná renningina. Møguleiki er at skifta í svimjihøllini. Heiðursmerkjahandanin verður við startin og bert tey, sum eru við í Raska VK3 fáa heiðursmerki.
Tað loysir seg at melda til áðrenn 8.desember kl. 22, tí tá kostar tað bert 60 kr fyri vaksin og 30 kr fyri børn. Um meldað verður til á staðnum til VK3 leygardagin millum 10 og 10.30, kostar tað 100 kr fyri vaksin og 50 kr fyri børn.
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll.