Eingin Ólavsøka uttan siðbundnu Ólavsøkurenningina og soleiðis verður aftur í ár. Karmarnir um renningina, eru niðri á Skálatrøð. Har er slætt og gott at renna og ikki minst er tað sera áskoðaravinarligt. Fólk úr øllum heraðshornum plaga at luttaka og hjá fleiri er hetta byrjanin til Ólavsøkuna.
Teinurin hjá teimum vaksnu er 5 km, og kann tað viðmælast ungum, sum eldri, vandum og minni vandum, at renna við. Børnini plaga heldur ikki at smæðast burtur og meira enn eina ferð er tað hent, at onkur nýggj stjørna stingur seg fram um hini og vinnur óvæntað. Børnini renna styttri, enn tey vaksnu. Teinarnir eru frá 430 metrum til 1,3 km. Bara U13 og U17 renna 1,3 km, hini renna 430m. Børnini byrja og renna kl.18 og tey vaksnu renna kl. 18.30, ella tá børnini eru komin á mál. Heiðursmerkini hjá børnunum handa vit so hvørt, so tey sleppa undan at bíða ov leingi. Aldursbólkarnir eru roknaðir eftir føðiári, og U7 eru børn sum fylla í mesta lagi 7 ár í ár. Aldursbólkarnir hjá teimum vaksnu eru sum í vetrarkappingini farna vetur, tó er aldursmarkið lækka til 14 ár, so nøkur av teimum ungu kunnu velja at renna ímóti teimum vaksnu.
Vit í Bragdinum gleða okkum altíð til Ólavsøkurenningina og halda, at hetta er startskotið til ólavsøkuna.
Tilmeldingin er her á síðuni og leinki er: https://my.raceresult.com/350435/registration
GEVIÐ GÆTUR!! EINGIN TILMELDING ER Á STAÐNUM! Tilmeldingin stongir 26. juli kl. 22.00
Meira verður at frætta um heintan av start nummarinum og hvussu kappingin fer at ganga fyri seg.Tit eru vælkomin at fylgja við á okkara Facebooksíðu: https://www.facebook.com/bragdid
Vælkomin til Ólavsøkurenningina 2025.





