Leygardagin 30. august var økið við Faroe Express fult av spentum fólkum. Øll skuldu luttaka í Faroe Express Stafettini 2025, FES.
Metstór luttøka hesa ferð, heili 686 lið við trimum luttakarnum á hvørjum liði, antin rennilið ella gongulið. So har vóru um 2000 fólk!
Stafettin byrjaði í smáum fyri nøkrum árum síðani og síðani vit fóru í samstarv við Faroe Express, er luttakartalið farið spakuliga uppeftir, til í ár, tá vit rukku líka yvir 2000 fólkum. Og var eingin freist og eingin neyðug fyrireikingartíð, var talið upp aftur hægri. Karmarnir eru sera góðir niðri á kajuni, rutan er sløtt og góð og rennarar og gongufólk renna og ganga í hvør sínum geira, soleiðis at tey síggja hvønnannan. Alt byrjar við upphiting, so lagið verður gott beinanvegin. Gongufólkini ganga liðvís saman, 3 km íalt, meðan rennararnir renna ein í senn og handa stafttina til næsta rennara aftaná 3 km, sum so rennir 3 km og handar stafettina til seinasta rennaran, sum eisini rennir 3 km á mál.
Gott at eta og drekka aftaná, myndatøka, lutakast um góðar vinningar og heiðursmerkjahandan til renniliðini og so lata dyrnar upp til eina ordans “lagurveitslu” Har ber til at keypa okkurt til matna, og kanska okkurt eisini fer niður um, at sløkkja tostan við. Var lagið gott áðrenn, so verður tað bara enn betri, sum timarnir ganga.
Eitt framúr gott tiltak, sum er gott fyri arbeiðspláss. Fleiri velja at gera hetta til ein starvsfólkadag, so tey kunnu hugna sær saman allan dagin.
Bragdið takkar Faroe Express fyri sera gott samstarv og vit eru takksom fyri stuðulin, sum verður latin børnum og ungum í okkara felagið. Og vit gleða okkum longu til næsta ár, tann 29.august, tí tá verður Faroe Express Stafettin 2026 🙂 Setið bara kross í kalendaran beinanvegin, tí vit síggjast tá 🙂
Øll úrslitini eru her:
https://my.raceresult.com/323748/results
Nógvar myndir eru her:https://www.facebook.com/stafettin











