Í allar besta veðrið, varð lendisrenningin runnin í Hoydølum, leygarmorgunin kl. 11.00. Mangan hevur verið illsligt har niðri í dalinum, og fløtan hevur verið dýggjvát, men hendan morgunin var lendið av tí frægasta. Og uppmøtingin setti eisini met, tí ongantíð áður hava so nógv luttikið, sum hesa ferð, um 100 ! Umframt at hetta var fimta vetrarkapping, var tað samstundis eisini FM í Lendisrenning.
Hetta er ein øðrvísi og avbjóðandi renning og tað nyttar einki, um ein ræðist at fáa upp í fullan skógv av góðari runu 😉 Minsti parturin av rutuni er á asfalti, og tí kann tað verða ringt at fáa ferðina upp á váta lendinum. Og tað er at halda tunguna mitt í munninum, tí skjótt er at renna skeivt. Hesa ferð vóru bláir pílar sproytaðir á rutuni afturat markeringsbondunum og tað var munandi lættari at renna rætt.
Og vit í Bragdinum eru fegin um góða úrslitið hjá okkum og góðu uppmøtingina aftur hesa ferð. Úrslitini frá í gjár eru niðanfyri her :
http://fif.fo/uncategorized/12172/
Og myndir eru her :
https://picasaweb.google.com/117242881555420040312/FMLendisrenning13Februar2016MyndirJoannesNPoulsen
Karmarnir rundan um vóru eisini góðir. Vit fingu innivist í Studentaskúlanum, til skifting og brúsubað. Og á lærarastovuni bjóðaðu vit vaflur og kaffi/te, meðan heiðursmerkjahandanin fór fram.
Vit takka fyri alla tað góðu hjálpina frá tykkum øllum 🙂 Næsta kappingin er longu næsta leygardag, 20.februar, á Fossánesi.