Ólavsøkurenningin var, sum vanligt, dagin fyri ólavsøkuaftan, 27.juli. Runnið var í hugnaliga umhvørvinum á Skálatrøð og út á Bakka. Góðar umstøður til áskoðarar, at renna framvið kaffistovunum, tó kanska nakað trongt hjá teimum, sum kappast, men ikki soleiðis at tað bilar. Minni hugnaligt var at tað fór at regna, beint fyri startin hjá teimum vaksnu. Ikki tí, eingin vindur var, so kanska tað bara var frískligari at renna. So kundu áskoðararnir bara koyra hettuna á høvdið ella finna sær skjól. Harafturímóti var veðrið av tí besta, tá børnini runnu.
Tá vit sóu luttakaralistan gittu vit, at Marna Egholm fór at vinna og so var ! Hon býr og venur í Danmark, men er Bragdarlimur. Næsta kvinnan var Duruta R. á Lofti, eisini úr Bragdinum og triðja kvinnan var Rigmor N. Arge úr Hvirluni. Beint í hølunum á henni kom Beinta H. Joensen, Bragdið, á mál. Hjá monnunum var tað eitt sindur av spenningi í, hvør mundi orka at spurta tað seinasta strekkið. Julian Gregersen, Signar Røsvik og Jan Elmar Sørensen kappaðust og tá runnið var niðan seinastu brekkuna við Østrøm, hevði Julian munin á Signari og soleiðis endaði kapprenningin eisini. Jan Elmar kom so á triðja pláss. Signar býr og venur, sum Marna, í Danmark og rann fyri Bragdið og Julian og Jan Elmar eru úr Treysti. Teimum á bakið, komu Andrias Hansen og Sam Vang úr Bragdinum.
Leinki til úrslitini inni á Lapio, er her :
https://app.lap.io/event/2016-olavsoekurenning/results
Sum altíð eru nógv børn til renningina og í ár var einki undantak. Tey eru so spent og glað, summi eru bara við, tí tey vilja vinna, meðan onnur eru við, tí tað er stuttligt. Soleiðis skal tað verða. Tað vísti seg í gjár, at elsti bólkurin var tann, sum hevði fægst luttakarar, bara fýra, tvey av hvørjum kyni. Men so kundu tey gleðast um at fáa hvør sítt heiðursmerki.
Okkara myndafólk vóru á staðnum og leinki til frálíku myndirnar er her :
http://www.einarvang.com/olavsokurenning2016
Nógvar góðar myndir eru eisini av børnunum og tað ber til at keypa sær myndir á síðuni.
Aftaná renningina fingu øll vatn og Sisu frá Føroya Bjór og kakao og sopi frá MBM. Vit takka hjartaliga fyri stuðulin.
Tá heiðursmerkini vóru handað, bjóðaðu vit Bragdarlimum til eina lítla hugnaløtu í Skeiva Pakkhúsið á Høgu Kai. Breyð og bjór frá Føroya Bjór og køku frá óføru bakikonunum í Bragdinum. Ein deilig løta, sum er vorðin fastur siður og ein góður máti at enda renningina, fyri so at gera seg kláran til Ólavsøkuna.
Túsund takk fyri tykkara luttøku, børn og vaksin, tí uttan luttakarar, var eingin renning. Eisini ein hjartans tøkk til øll sum hava havt ein fingur við í spælinum. Nógv fólk skulu til fyri at alt skal eydnast og við tykkara hjálp riggaði tað aftur hesa ferð.
Bragdið ynskir øllum eina góða Ólavsøku.
Næsta kappingin er Top Run tann 13. august.