Góða, gamla og siðbundna flaggdagsrenningin var runnin í gjár í kalda norðanlotinum. Rennilíkindini vóru góð. Vit skipa saman við Sclerosufelagnum og meðan okkara uppgáva er at skipa renningina og tað, sum hoyrir til, hava tey ein hugnaligan bás har boðið verður til drekkamunn og prát. Allur peningurin sum kemur inn frá heilsurenningini, fer óskerdur til Sclerosufelagið og tey fáa eisini stuðulin frá teimum, sum hava latið eitt oyra í samband við tilmeldingina til renningina.
Ein deiligur dagur, har børn og vaksin runnu og gingu.
Sum altíð, hjálptu okkara limir væl til og tað eru vit sera takksom fyri. Og við einum góðum og vælupplagdum speakara, sum aftur í ár var Hallur Holm, var eisini gott undirhald fyri oyruni.
Og sum ikki einaferð, stuðlaðu Føroya Bjór og MBM við onkrum at leska sær við, tá komið var á mál. Túsund takk fyri stuðulin.
Rógvi Kárason og Hergerð Heldarskarð vunnu hjá monnum og kvinnum, bæði Bragdafólk. Hjartaliga til lukku tit bæði.
Øll úrslitini eru á leinkinum niðanfyri:
https://www.webscorer.com/findraces?pg=results