Í vikuni var heimsmeistarskap í frælsum ítrótti í U20 hildið í Lima í Peru. Bragdið var umboðað, tó ikki í okkara bláa felagsliti. Jónas G. Isaksen og Eiri J. Glerfoss vóru við danska landsliðnum, tí tað ikki ber til at umboða Føroyar.
Jónas rann 200 m innleiðandi hóskvøldið. Hann hevur stríðst við skaða, men á einum góðum degi, kundi alt henda. Tíðin hetta kvøldið var 21,63. Besta tíðin er 21.06 og ársins besta er 21.14. Tað gekk tíverri ikki hesa ferð. 24 komu víðari og Jónas var nr 28.
Fríggjakvøldið skuldi Eiri renna við í 4x100m stafett, hann og tríggir ungir danir. Teir gjørdust nr 4 í riðlinum og blivu nr 14 av tilsamans 31, so tað rakk heldur ikki hjá teimum at koma víðari.
Men! Bara tað at tveir ungir dreingir úr Føroyum verða tiknir út til danska landsliðið er stórt í sær sjálvum. Sjálvandi vilja teir vinna, men teir eru also millum teir bestu í heiminum! Og neyvan hava hinir, teir kappast við, somu umstøður, sum okkara ungu hava. Teir eru ungir og raskir og um teir halda fram og hava viljan, og sleppa undan skaðum, kunnu teir saktans koma langt.
Longu næsta vikuskiftið er DMU og tað er at vóna at skaðar halda seg langt burtur. Hiðani verður ynskt tykkum bestu eydnu,
(Myndin er úr myndasavninum hjá okkum)