Vit eru øll boðin við til fólksliga tiltakið, tá Húsareynstunnilin og Havnarvegurin lata upp.
Sunnudagin 6.juli kunnu øll, sum hava hug, koma at ganga, renna, súkkla og trilla gjøgnum tunnilin.
Lítið hátíðarhald er áðrenn, har Elsa Berg, borgarstjóri og Jón Sigurðsson, stjóri í Articon, halda røðu. Og tá Bergur R. Dam Jensen hevur klipt snórin, er frítt at fara ígjøgnum tunnilin. Sannur hátíðardámur er eisini inni í tunlinum, tí har verður tónleikur við Jóhan Hentze. Og tá komið er á mál, bjóðar Tórshavnar Kommuna til ein drekkamunn í høllini við Tjarnir.
Hetta er ein teinur flest øll megna at gjøgnumføra, næstan 4 km, so tað er einki at stúra fyri.
Skráin er her:
Kl. 13.00 spælir GHM við tunnilsmunnan við Marknagilsvegin
Kl. 13.30 halda Elsa Berg og Jón Sigurðsson røðu og Bergur R. Dam Jensen klippir snórin.
Og so verður farið avstað!
Kl. 15.30 lata tunnilin og Havnarvegurin upp fyri ferðslu og ellisakførini koyra fyrst gjøgnum tunnilin.
Vit gleða okkum til eitt fólksligt tiltak saman við Tórshavnar Kommunu og vóna at tit koma við.