Tann triði dagurin var eisini ein góður dagur hjá okkara íðkarum. Vit lata FÍF orði eina løtu, har okkara íðkarar úr Bragdinum eru umrøddir:
“Dagur 3 – týsdagur
Dagurin byrjaði við innleiðandi riðlunum í 200m hjá bæði kvinnum og monnum.
Hjá kvinnunum rann Margit Weihe Fríðmundsdóttir, ið vann sær í hálvfinaluni, sum skuldi rennast um kvøldið. Hjá monnunum rann Jónas Isaksen, og hann ognaðu sær eisini eitt hálvfinalupláss.
Flott avrik!
Í hálvfinaluni gekk tað væl hjá Margit, ið rann teinin uppá 25,97 sek. Hetta er hennara persónliga besta tíð og var tað nokk til eitt finalupláss.
Jónas vann sannførandi sín riðil í hálvfinaluni og vann sær harvið sítt pláss í finaluni.
Sanniliga eitt flott avrik hjá øllum okkara 200m rennarum. Hjartaliga tillukku, øll somul :)”