Okkara limir fara ofta út í heim fyri at finna “villar” avbjóðingar. Og hetta vikuskiftið hevur verið eitt av teimum hendingaríku. Tveir Bragdalimir og ein toftamaður hava runnið á Gran Canaria. Beinta Napoleonsdóttir rann 46,57 km og Niels Poulsen og Jaspur Højgaard runnu 82,02 km. Hetta er renning í fleiri hæddarmetrum og í skiftandi undirlagi, so tað er ikki bara sum ein túrur eftir vegnum til Kaldbaks.
Beinta rann í 8 t 15 min. Datt tá hon kom til 42 km, men koyrdi á til hon kom á mál. Niels kom á mál aftaná 13 t 34 min. Jaspur brúkti 14 t 26 min. Hann datt eisini, men plástrið í pannuni sær ógvusligari út, enn sárið, segði hann (sí myndirnar)
Í einari samrøðu við teir báðar, tá Beinta var komin á mál, væntaðu teir báðir at brúka eini 15 tímar, men ringt var at gita áðrenn, tá hetta var fyrstu ferð tey royndu seg.
Áður hava Hallur Holm og Elisabeth Larsen runnið somu kapping og munnu tey ikki hava givið íblástur og góð ráð, áðrenn tey trý eru farin avstað?
Tað legst aftrat ultrabólkinum í Bragdinum 🙂 Niels rann við í Havndardalur Backyard Ultra í august og tá rann hann 24 umfør á 6,7 km, tilsamans 160,8 km. Persónligt met hjá Niels og fyrsti føroyingur, sum hevur runnið so langt á føroyskari jørð. Hetta kann tó ikki samanberast við avrikið á Gran Canaria, men kanska áhugin er komin haðani.
Tey hava tað øll gott í dag, ljóðar úr ultraleguni 
Hjartaliga til lukku við hesum kempi bragdinum tit trý og njótið nú løtuna 









