Sunnudagurin 9. juni var ein góður dagur. Tá var Tórshavn Marathon, føroya einasta og vakrasta marathon! Og vit eru so glað og nøgd, dagin eftir, tí alt eydnaðist so væl.
Tilmeldingin lat upp í december, eitt sindur seinni enn vit ætlaðu, men síðani tá hevur gingið stútt og støðugt og nú vit nærkaðust degnum, sóu vit, at luttakartalið nærkaðist tí tað var, áðrenn korona oyðilegði okkum tvey ár. Tí var tað ein hvøkkur, tá verkfallið byrjaði og vit væntaðu, at tað fór at ávirka Tórshavn Marathon. Vit vóru tó skjótt samd um, at vit fyri alt í verðini ikki vildu útseta og ei heldur avlýsa tiltakið, men heldur royna sum frægast at gera tað til eina góða uppliving.
Skjótt frættist úti í verðini, at her var verkfall og so komu spurningar frá útlendingum. Nøkur avboð, men tey flestu valdu at koma her, hóast alt. Verkfallið hevði sína ávirkan, m.a. manglaðu nøkur heiðursmerki, ongar bananir vóru í landinum, vit máttu spara upp á bensin og olju, og vit væntaðu at vaktirnir ikki kundu koyra, um bensin og olja var uppi. Og so var vandi fyri at heimabakaðu køkurnar ikki vóru at fáa, tá komið var á mál, tí egg var ein mangulvøra. Tað er eitt av tí útlendingarnir dáma serliga væl, eina drekkamunn við heimabakaðari køku afturvið. Men alt gekk við góðari fyrireiking. Bomm vóru í staðin fyri bananir, vit lótu onnur enn Bragdalimir fáa heiðursmerkini og køkurnar vóru nógvar, tá alt kom til alt. Og haraftrat blivu allar vaktir mannaðar, tað sum eisini fylti nógv hjá okkum. Aðrar avbjóðingar vóru, men tær blivu tíbetur loystar.
Hesa ferð royndu vit eina nýggja gongurutu, sum byrjaði á ½ marathonmerkinum á marathonrutuni, til Kaldbaks at venda og so til Havnar. Hetta vísti seg at verða røtt avgerð, tí nógv fleiri meldaðu til, enn undanfarnu árini. Vit fingu eisini eina kenslu av at hetta var ein betri og vakrari ruta.
Dagurin var góður. Ættin var norðan, eitt sindur av vindi, turt, kalt onkra staðni á rutuni, men sólin sá av og á. Gott føroyskt “summarveður”
Lagið var gott á luttakararum og fyri hvørt ár koma fleiri og fleiri at hyggja og heppa og tað gleðast vit um. Umstøðurnar niðri í Vágsbotni eru eisini serliga góðar og áskoðaravinarligar, og har er lætt at halda upp á fólkini, so tey ikki rýma heim ov skjótt. Reinsaríið og Perlutorgið er savningarstaðið og tá er skjótt yvir aftur til málið í Vágsbotni.
Vit eru nøgd, men vilja tó framhaldandi gera Tórshavn Marathon enn betri. Tað krevur nógva arbeiðsorku og alt er sjálvboðin arbeiðsmegi. Tí takka vit øllum, sum hava hjálpt til við einum og øðrum. Tað er ringt at nevna øll, men ein hjartans tøkk skal ljóða frá okkum, sum varða av felagnum og tiltakinum. Uttan tykkum var ringt at skipa fyri Tórshavn Marathon.
Vit takka Tórshavnar Kommunu fyri sera gott samstarv. Damfar og MBM og øllum stuðlunum, sum hava víst vælvild.
Bogi Hjalt úr Bragdinum var fyrsti marathonrennarin, sum kom á mál og Lydia í Lambanum úr Roysni var fyrsta kvinnan. Tey blivu eisini føroyameistarar á marathonteininum. Hjartaliga til lukku tit bæði.
Á ½ marathonteininum vunnu Rune Molland Sandøy úr Noregi og Marita Andrasardóttir úr Bragdinum. Hjartaliga til lukku.
Bragdið var væl umboðað. T.d. vóru 6 teir fyrstu menninir úr Bragdinum og teir hava eisini vant saman. Ungi Torbjørn Hentze, Rógvi Kárason, sum vit øll kenna og Oliver Granhøj, sum vann í fjør. Neli Heldarskarð rann sítt fyrsta marathon og so var Regin Zachariasen eisini við í ár. Hann er ein, sum var við til nógvar kappingar fyri nøkrum árum síðani, men nú er eitt sindur síðani vit hava sæð hann. Ísak Kolden, ein annar ungur limur í Bragdinum hevði eisini ein góðan dag.
Hjá kvinnunum rann Bjørk Herup Olsen sítt fyrsta marathon. Hon rann styttri teinar fyri nøkrum árum síðani og hevur eisini umboðað Føroyar á t.d. Oyggjaleikum. Spennandi verður at fylgja við hesum ungu, sum vónani hava fleiri góð renniár fyri framman.
Ein annar, sum ikki hevur verið við í nøkur ár, er Sigurd Justinussen. Hann rann ½ marathon hesa ferð og var eisini við í nógvum kappingum, nøkur ár aftur.
Øll úrslitini síggjast her: https://my.raceresult.com/262720/
Her eru nógvar myndir frá Faroephoto og Jens Kristian Vang:
Tórshavn Marathon verður aftur 1.juni 2025 og tilmeldingin er longu latin upp: