So er vetrarkappingin farin í gongd og fyrsta umfar varð runnið á Sandi, har vit í Bragdinum skipaðu fyri, saman við nýstovnaða rennifelagnum á Sandoynni, Tindar. Í ár er vetrarkappingin blandað av nýggjum, soleiðis at raðfylgjan ikki er, sum hon plagar og vit sloppu tí at byrja.
Vit vóru á Sandi til VK5 í februar, kappingarárið 24/25, og tað riggaði so mikið væl, at vit valdu Sand aftur hesa ferð. At eitt rennifelag nú eisini er stovnað, gjørdi, at tey kundu koma við í samstarvi, fyri at læra, sum formaðurin tók til.
Líka yvir 50 rennarar luttóku í vetrarkappingini og nakrir motionistar gingu eisini. Rennirutan var knappar 9 km og gangirutan var 5 km. Veðrið var fínt, kalt og eitt fittligt lot.
Tann fyrsti, sum kom á mál, var Torbjørn Hentze, sum vann sína fyrstu vetrarkapping. Hjá kvinnunum var tað eisini ein, sum vann fyrstu ferð og tað var Maria C. Nielsdóttir.
Stuttligt er, at tað legst aftrat við nýggjum rennarum og úr Bragdinum vóru fleiri nýggj andlit at síggja. Eini fýra, vóru við fyri fyrstu ferð. Ein er eisini komin afturíaftur og tað er Bjørk Herup Olsen, sum hevur vunnið fleiri heiðursmerki, bæði her heima og úti í verðini. Gott tú ert komin aftur Bjørk 🙂 Bragdið var í stórum meiriluta og tað sást eisini á heiðursmerkjahandanini.
Aftaná renningina bjóðaði Tindar inn í B71 húsið, har vit fingu okkum ein góðan drekkamunn, meðan vit handaðu heiðursmerkini. Ein deilig løta 🙂
Hjartaliga til lukku tit øll 🙂
Takk fyri, tit sum aftur hesa ferð hjálptu til, bæði við einum og øðrum. Gott við góðari hjálp 🙂
Og takk Tindar fyri góða hjálp og fyri blíðskapin á Sandi í dag. Vit gleða okkum til framhaldandi samstarv 🙂
Takk fyri í dag.
Næsta umfar í MBM VK er í Suðuroy um 14 dagar.
Øll úrslitini eru her: https://my.raceresult.com/367711/results
Og her eru vinnaramyndirnar:














