Backyard Ultra Faroe Islands var í gjár, annað árið á rað. Við vóru 53 luttakarar, 13 fleiri enn í fjør.
Í allarfagrasta summarveðrið ljóðaðu bjøllurnar, sum setti renningina í gongd. Renningin byrjaði kl. 9.00 og rutan er 6,7 km. Kravið er, at um tú vilt halda fram at renna, skalt tú standa klárur til start hvønn tíma, kl. 10, 11, 12 o.s.fr. Tú gert sjálvur av, hvussu leingi tú ert úti á rutuni, men kemur tú ov nær næsta tímanum, fært tú ikki hvíld. Og júst tann parturin, hvíldin, er ein týdningarmikil partur av tí heila, um tú ætlar at renna leingi. Tað er tá tú skalt slappa av, eta, fara á wc o.s.v. Trý ávaringarfloyt eru tá 3 min eru eftir til startin, síðani 2 og tá 1 floyt ljóðar, er tíð at fara til startin.
Hetta er ein øðrvísi renning enn tær vit kenna til. Og her kunnu øll luttaka, tí tú kanst saktans renna eitt umfar ella tvey. Ella sum vinnarin, Torbjørn Hentze úr Bragdinum, sum rann 20 umfør á 6,7 km, tilsaman 134,12 km. Á nítjanda umfarinum vóru tey trý, Torbjørn, Heidi Jógvansdóttir úr Bragdinum og Lydia í Lambanum úr Roysni, sum runnu. Tær báðar góvust tá, ella Heidi byrjaði sítt 20 umfar, men gavst eftir nøkrum minuttum. Reglarnar eru soleiðis, at um Torbjørn skuldi vinna, mátti hann renna umfarið einsamallur. Spenningurin var øgiligur, um hann kláraði á mál til tíðina og hóast klokkan nærkaðist fýra og tað bleiv ljóst aftur, stóðu nakrir áskoðarar og skimaðust. Reglarnar eru eisini soleiðis, at tað ikki er loyvi at fáa hjálp, so tú skal klára alt sjálvur.
Gleðin var stór, tá tey hómaðu ein troyttan, men fegnan, ungan mann, koma undan og sum náddi á mál, áðrenn tíðin var farin. Torbjørn er sostatt vinnari av Backyard Ultra Faroe Islands, tann fyrsti, tí seinasta ár vann eingin.
Hjartaliga til lukku góði Torbjørn. Tú ert gjørdur av onkrum heilt serligum. Nú er at njóta løtuna og løða til næstu kapping 🙂
Nógvir kilometrar blivu lagdir aftur um og fleiri settu persónlig met og kunnu eisini kalla seg ultrarennarar, heili 43 fólk. Tey runnu fleiri km enn eitt marathon. 27 runnu 80 km ella longri og fingu 50 miles heiðursmerki. Tólv runnu fleiri enn 100 km og fýra runnu meira enn 120 km.
Ein sera góður dagur frá byrjan til enda. Sera væl fyriskipað, so vit, sum luttóku alla tíðina føldu okkum væl. Matur og drekka stóð frammi alla tíðina og umstøðurnar vóru framúr góðar. At veðrið so eisini var gott, gjørdi alt bara enn betri.
Hallur Holm, Elisabeth Larsen, Peter Jensen og Òlavur Ellefsen hava stórt rós uppiborið fyri eitt sera professionelt og vælskipað tiltak.
Takk fyri okkum og takk fyri í ár 🙂
Heidi og Lydia Peter, Hallur og Elisabeth
Øll úrslitini eru her:
https://my.raceresult.com/279943/
Og á Facebooksíðuni hjá tiltakinum er nógv gott at lesa og myndir at hyggja at: