Av tí at vit skulu halda okkum til almennu tilmælini um frástøðu, ber bert til at melda seg til ólavsøkurenningina á netinum. Tað vil siga, at EINGIN tilmelding er á staðnum, sum tað vanliga plagar at verða.
Tí vilja vit heita á øll, sum fegin vilja renna við, um at melda til her:
https://www.atgongumerki.fo/fif/ og tað má gerast áðrenn sunnukvøldið 26.juli kl. 22.00, tá tilmeldingin stongir.
Vit útflýggja startnummur frá kl. 16.30 í gongini í Fabrikkini, t.v.s. aftur um Østrøm, mánadagin 27.juli.