Hetta vikuskiftið er ein hópur úr Bragdinum í Íslandi, har tey eru við í kappingini Stórmót ÍR. Hetta er størsta innandura kappingin í Íslandi og vit hava luttikið har í fleiri ár. Við í hópinum eru yngri parturin í felagnum, summi við royndum og onnur ikki so roynd við kappingar inni.
Fokus verður sett á persónligu menningina hjá teimum yngru og higartil hevur gingið væl. Stuttligt er eisini at sleppa at kappast innandura, tá nú umstøðurnar eru, sum tær eru, her í Føroyum. Eina høll til frælsan ítrótt er tað vit øll droyma um og ynskja okkum.
Skulu vit taka okkurt dømi, so setti Jónas føroyskt innanduramet á 60m og í dag vann Guðrið silvur á 300m við tíðini 47.27sek. Stórt PM!
Her eru nakrar myndir og vit fara at frætta meira seinni 🙂