Meðan vit her heima hava illveður og tað als ikki hevði borið til at kappast í frælsum ítrótti undir okkara umstøðum, eru góð tíðindi at frætta úr Íslandi. Ein bólkur av okkara ungu íðkarum, saman við venjararnum, eru farin til Reykjavíkar at kappast. Har eru umstøðurnar sera góðar, tí tey kappast innandura í einari høll. Júst tað vit ynskja okkum her í Føroyum.
Góðu úrslitini regna inn og persónlig met og bólkamet eru sett, og umframt tað, eru eisini føroysk met komin. Hesi føroysku metini eru komin í dag:
Longdarlop: Eiri J. Glerfoss 7,29m
Longdarlop: Elisabeth Holm Simonsen 5,40 m
60 m: Jónas Isaksen 7,07 sek
60 m: Elisabeth Holm Simonsen 8,07 sek
400 m: Jónas Isaksen 49,49 sek
Onkur onnur úrslit eru t.d. at Óðin J. Glerfoss vann 60 m við 7,78 sek, sum er flott persónligt met. Og Óðin leyp 5,49 m í longdarlopi, vann silvur og tók bólkameti hjá dr.15. Tað var til í dag 5,20 m og tað átti Andreas B. Antoft.
Sofía Højgaard rann 60 m á 8,86 sek, sum er persónligt met.
Guðrið Marlena Høgenni leyp 1,29 m tá hon royndi seg í hæddarlopi og sum er flott persónligt met. Og hon setti eisini persónligt met á 60 m við tíðini 9,56 sek.
Sigga Smæra Næs, sum vann bronsu á 60 m og setti persónligt met við tíðini 8,94 sek.
Bára J. Glerfoss setti eisini flott persónligt met á 60 m og rann í 8,25 sek.
Og so nýliga afturkomna Andrea Kirstina Møller, sum hevur verið burturfrá í 5 ár, setti eisini persónligt met á 60 m við tíðini 9,42 sek. Gott hon er komin aftur.
Leon Johannesen setti eisini persónligt met á 60 met og kom á mál við tíðini 7,47 sek.
Arina L. Michelsen leyp trýstøkk og úrslitið hjá henni var 3,93 m
Tummas Sjóvará rann 400 m og kom á mál við tíðini 53,18 m
Teresa F. Bláhamar leyp trýstøkk og hon endaði á 4,63 m
Kanska vit hava gloymt onkran, men tað er so ikki vilja. Niðanfyri eru øll úrslitini:
Kappingardagur er aftur dag, sunnudagin, og vit gleða okkum at frætta meira úr Íslandi.