Hetta vikuskiftið hevur kapping verið í frælsum ítrótti í Malmø. Okkara Teresa F. Bláhamar, sum er í Danmark í lestrarørindum og venur við KIF, var við.
Teresa leyp 160cm, sum er ein tangering av metinum frá 2023 í Íslandi. Hon royndi seg á 165cm, men tað eydnaðist ikki hesa ferð. Tó var hon nær við og tí eru vónirnar góðar til næstu kapping.
Stuttligt er at fylgja við okkara íðkarum, sum hóast tey flyta av landinum, enn halda fast í venjingini og finna sær feløg, har tey búgva og sum tey kunnu venja við.
Til lukku Teresa og góða eydnu 🙂