Leingi er tað, ið væl skal verða! Nú eru longu fleiri dagar síðani ferðalagið kom heim aftur úr Tårnby, við teimum frálíku úrslitunum. Tey hava eisini vant fleiri ferðir síðani og fyrireika seg til næstu kappingarnar.
Úrslitini frá sunnudegnum eru á hesari leinki:
Tá kappingin var liðug, fóru øll á Jensens Bøfhus at eta sær ein góðan bita. Og mándagin var Tivoli á skránni. Tey komu heim aftur í øllum góðum mánakvøldið, full av upplivingum og góðum úrslitum. Og einum føroyskum metið, sum Teresa Bláhamar setti leygardagin. Heiðursmerki eru sjónlig, men tey allarflestu settu pr og tað er altíð hugaligt.
Vit gleða okkum at síggja tykkum til næstu kapping, sum er á Tórsbreyt 20.mai.
Her eru nakrar myndir afturat: