Seinni dagurin er at enda komin, hvat kappingunum viðvíkur. Fleiri av íðkararnum hava sett persónlig met, og hava aftur í dag gjørt sítt allarbesta. Tey, sum hava gjørt besta framstig í hvørjari kapping, fáa eisini heiðursbræv frá fyrireikararnum og tað hava fleiri av okkara fingið.
Elisabet Holm Simonsen tangeraði innandurametið í 200 m renning hjá Margit W. Frímundsdóttir, og tók eisini bólkametið fyri g 19, sum Alda S Lamhauge átti. Andreas B. Antoft rann 60 m hekk við tíðini 8,65 sek og av tí at einki bólkamet er fyri d 18 í greinini, eigur hann tað nú.
Teresa F. Bláhamar leyp 1.56 í hæddarlopi og út fyri lopinum stendur PB, men tað er ikki hennara besta lop. So okkurt skal takast við fyrivarni.
Arina Ludvig fekk bronsu í 400 m renning og Leon fekk eisini bronsu í kúlu.
Nú eru tey øll liðug at kappast og uttan iva hevur hetta verið ein túrur fullur av upplivingum. Bara tað at sleppa av royna seg í kappingum inni í einari høll, tá tey eru von við okkara uttandura umstøður, má verða ordiliga stórt. Vit kunnu bara ímynda okkum, um kappingin var hetta vikuskiftið í illveðrinum her heima. Arina, Leon og Símeon eru við fyri fyrstu ferð, men hini hava verið við nakrar ferðir. Vit kunnu ikki annað enn vóna, at vit innan fyri nøkur fá ár hava somu umstøður, so frælsi ítrótturin kann blóma.
Ferðalagið kemur heim í morgin.
Niðan fyri her eru úrslitini frá sunnudegnum.
Og her eru nakrar myndir: