Meðan vit hava notið føroyska góðveðrið 2.páskadag, hava føroyskir rennarar runnið marathon í Boston. Klokkan 15 føroyska tíð byrjaðu tey og fyri tveir rennarar úr Bragdinum var hetta ein serlig marathonrenning. Gjøgnumførdu teir, vóru teir fyrstu føroyingarnir, sum kundu kalla seg “Six Star Finisher” Tað kunnu teir, tí teir hava runnið seks tey størstu marathon, sum eru í London, Berlin, Tokyo, Boston, Chicago og New York.
Súni Jacobsen var tann fyrri á mál, meðan Robert Vilhelmsen var hin føroyingurin. Teir báðir hava verið fleiri av túrunum saman og vóru so eisini hesa ferð í ferðalag, saman við konunum. Vit í Bragdinum eru errin av teimum báðum og ynskja báðum tveimum hjartaliga tillukku, nú teir náddu málinum, teir settu sær fyri.
Úr Bragdinum vóru eisini Herluf Jakobsen, Henry Olsen og Jan Egholm og kenna vit teir rætt, hava teir eisini sett sær fyri at klára hasi 6 stóru marathon.