Mikudagin 27.juli hittust umboð frá Alzheimersfelagnum, Heilafelagnum og Parkinsonfelagnum í Bragdahúsinum. Úr Bragdinum vóru Ann og Katrin.
Endamálið við hesari løtuni var, at vit skuldu handa teimum stuðulin frá Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2022. Inn komu 15300,- krónur, sum blivu býttar í trý og feløgini fingu sostatt 5100,- kr hvør.
Tá meldað verður til Tórshavn Marathon ber til at stuðla við einari upphædd, eftir egnum ynski, og haraftrat fara 100,- kr av hvørjari tilmelding til gongu ½ marathon beinleiðis til stuðulin.
Tórshavn Marathon er eitt stórt tiltak, har brúk er fyri nógvum hjálparfólkum og tað var eitt gott íkast, at feløgini kundu lata okkum ta hjálpina, tey vóru før fyri.
Løtan í húsinum var góð og gevandi, og samstarvið okkara millum heldur fram, tá Tórshavn Marathon verður 4.juni 2023.