Seinnapartin mánadagin, 3.november, var ein hugnalig løta í okkara felagshúsið:
“Í dag hava vit handað hesum feløgum stuðul:
Alzheimerfelagnum
Heilafelagnum
Parkinsonfelagnum
Stuðulin er frá Tórshavn Marathon, sum var 1.juni 2025
Tá meldað verður til Tórshavn Marathon, ársins renniveitslu og Føroya einasta marathon, er møguleiki at lata eina upphædd í stuðli. Haraftrat fara 100 kr av tilmeldingargjaldinum til gongu ½ marathon beinleiðis til feløgini.
Vit eru fegin um samstarvið, tí Tórshavn Marathon er eitt stórt tiltak, sum krevur nógv hjálparfólk og her gera feløgini góðan mun, við at lata fólk til vaktarpostarnar úti á rutuni.
Til hugnaligu løtuna í okkara felagshúsið við Tórsbreyt vóru vit samdar. Samstarvið heldur fram og vit gleða okkum til 7.juni 2026, tá enn fleiri, vónandi, fara at renna og ganga við til Tórshavn Marathon.”





