Aftur í dag handaðu vit stuðul – hesa ferð til Sclerosufelagið
“Hugnalig móttøka var í felagshúsinum í dag, tá Bragdið handaði Sclerosufelagnum stuðulin frá flaggdagsrenningini 2025.
Á flaggdegnum ber til at renna og ganga. Luttøkugjaldið til heilsurenningina fer óskert til Sclerosufelagið og haraftrat ber til hjá øllum at stuðla við einari upphædd til felagið.
Flaggdagsrenningin er okkara elsta kapping og ofta hevur luttøkan verið sera stór. Karmarnir eru góðir, eisini síðani vit fluttu av Vaglinum longur oman á Kongabrúnna.
Í 2019 byrjaði samstarvið við Sclerosufelagið um flaggdagsrenningina, hetta fyri at fáa enn fleiri fólk at luttaka og gera tiltakið meira sjónligt, bæði fyri rennarar og gongufólk.
Sclerosufelagið er sjónligt niðri á Kongabrúnni, beint við startin og málið. Tey hava telt og bjóða til prát og drekkamunn og har koma nógv fólk á vitjan.
Vit halda fram við samstarvinum og gleða okkum til næstu flaggdagsrenning.”






