Aftur í dag hava kappingar verið og fleiri góð úrslit er komin.
Um vit taka okkurt burturúr, so setti Margit F. Weihe føroyskt met á 200 m, við tíðini 27.25. Sum vit skilja, kundi hon betra tað enn meiri í finaluni, um teknikkurin ikki sveik. Vit ynskja henni til lukku við metinum.
Hallur Holm hevur eina fína grein um allar íðkararnar, ikki bara úr Bragdinum, men eisini hjá hinum feløgunum, sum eru í Íslandi. Hann rann sær eisini nøkur umfør mitt í millum skrivingina. Lesið meira her:
http://fif.fo/uncategorized/stormot-annar-dagur/
Á myndini leypir Andreas B. Antoft! Myndin er lænt frá Fríðriki.
Vit ynskja øllum íðkarum hjartaliga til lukku og vóna at upplivingin hevur verið góð. Ferðalagið kemur heim aftur í morgin.